DELF-prógv í fronskum

Í ár vóru tað 8 næmingar á Miðnámi á Kambsdali, sum tóku fronsku máltestina DELF, sum er skipað eftir altjóða CEFR-stiganum um førleikar í fremmandamáli.

Síðani á vári í 2016 eru hesar fronsku máltestir hildnar á skúlanum, og tað eru fransktlærarar skúlans, ið eru skúlaðar í DELF-skipanini gjøgnum France Education International, sum standa fyri og bjóða fransktnæmingum skúlans at útvega sær serligt altjóða prógv um sítt støði í fronskum máli.

Les nærri her.

DELF-testir eru m.a. kravdar í sambandi við upptøku til hægri lestur í franskmæltum londum og økjum eins og til at skjalprógva málførleikar í sambandi við ymsar starvssetanir í fransktmæltum londum og økjum kring heimin. Seinasta skúladag í bakandi sól vórðu prógvini handað, og ein mynd tikin í hugnaliga garði skúlans. Frá vinstru: Kristianna W.Poulsen, fransktlærari, Heidi N. Jacobsen, Lív H. Kjølbro, Rósa Isaksen, Elina S. Kjærbæk, Jóna í Homrum, Jónhard A. Á Regni, Brandur Berg og Hanna Jensen, fransktlærari og rektari. Á myndini vantar Jákup á Rógvi Joensen.