Próvhandan – Gymnasialt miðnám

Fríggjadagin 25. juni var próvhandan á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreytini á Kambsdali. Í ár vóru tað 113 studentar, sum fingu prógv. Próvhandanin fór fram í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Til próvhandanina framførdu næmingar, ið hava havt tónleik á A-stig trý løg. Eisini framførdi Maria á Lakjuni, næmingur, á floytu.

Næmingarnir, sum høvdu bestu próvmetini á teimum fýra breytunum fingu heiðurslønir fyri góðu avrikini, og tveir næmingar við bestu uppmøtingini fingu eisini heiðursløn. Viðurkenning var eisini lætin næmingaráðsformanninum, ið hevur umboðað endaflokkarnar í næmingaráðnum í ár.

Kristfríð Tyril tók myndirnar.