Ein væleydna Kvøldseta
Nógv fólk luttóku á Kvøldsetuni á Kambsdali í gjár. Lagið var avbera gott og framførslurnar vóru á høgum støði. Tiltaki byrjaði við at rektarin bjóðaði vælkomin og hugleiddi um virksemi á skúlanum. Síðani komu framførslurnar og vit mugu staðfesta at tað eru rættuliga nógvir dugnaligir og nærlagdir næmingar á skúlanum. Har vóru tónlkeikaframførslur, ferðafrásøgnir, upplestur av stuttsøgu og so fingu vit eisini eina framløgu frá vinnarnum av Ungt Virki. At enda kom háaktuelli bólkurin VSJ & Dávur á Reynatrøð at framføra nøkur løg og tá kókaði í auluni.
Vit hava lagt nakrar myndir frá Kvøldsetuni út á facebook síðuna hjá skúlanum.
Umsóknarfreistin er 15. Mars, so nú er at skunda sær at søkja. Um tit hava nakrar spurningar so ber til at ringa til skúlan á tel. 61 08 00