Seinasta freist at søkja!

Nú mást tú skunda tær um tú ætlar at søkja inn á Miðnám á Kambsdali næsta skúlaár, tí á midnátt í morgin, 15. mars, er seinast freist at søkja.

Vit bjóða tær eitt livandi og innihaldsríkt umhvørvi. Vit vilja geva tær fakligar førleikar, sum tú kanst taka við tær víðari í lívinum.

Vit hava 6 ymiskar breytir, soleiðis at tú kanst velja júst ta leið, sum tú heldur hóskar tær. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin og serbreytin.

Umsóknarblaðið finnur tú her.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi umsóknini ella skúlanum sum heild, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tel. 61 08 00

Skúlin hevur eina chat-skipan á heimasíðuni (sí mynd niðanfyri) har møguleiki er hjá vitjandi at skriva til lestrarvegleiðarnar á skúlanum. Lestrarvegleiðarnir svara inntil freistin er farin.