Emil fingið prógv
Prógvhandan var í gjár á Kambsdali fyri FHS yrkisnám. Millum næmingarnar var Emil Bjarnaskor, sum fyri nøkrum árum síðani bleiv álvarsliga sjúkur. Emil hevur verið treiskur og hevur seinastu fýra árini tikið eitt fullfíggjað FHS prógv.
Páll Isholm, rektari, segði í røðu sínari m.a.:
“Í dag hevur Emil framt eitt bragd. Eitt stórt bragd. Ikki bara fekk hann besta met í Kunningartøkni, men samstundis endaði hann sína útbúgving. Tað er ein sera stórur heiður fyri meg um eina løtu at sleppa at handa honum prógvið.
Takk fyri Emil, at tú hevur lært okkum her á Kambsdali so nógv um viðurskifti og møguleikar, vit vóru óvitandi um áðrenn 2014. Títt ágrýtni saman við framkomnari tøkni og dugnaligum og framfýsnum starvsfólkum hava slóðað vegin og víst á loysnir og møguleikar, ið nógv eftir teg fara at fáa gagn av. Emil! Tú ert ein fyrimynd og halt áfram at vera tað.”
Eftir prógvhandanin var orðið frítt, og Emil var millum teirra, sum tók orðið, og hann segði m.a., at hann visti ikki um nakran annan í kongaríkinum, sum í líknandi umstøðum sum hansara, hevur megnað at tikið eitt miðnámsprógv.
Vit takka Emil fyri tíðina á Dalinum og ynskja honum til lukku við prógvinum og blíðan byr í komandi tíðum.