Erla staðið verkliga námsfrøðiskeiðið á Kambsdali
Mikudagin 5. desember var Erla Bech Nolsø til endaliga próvtøku í verkligari námsfrøði, har hon undirvísti í tveir blokkar, ein í hvørji lærugrein, meðan vegleiðarar hennara á Kambsdali saman við uttanhýsis metarum eygleiddu. Tað gekk sum vera man heilt væl. Erla er annars lærari á Glasi, og hevur seinastu tveir mánaðirnar arbeitt á Kambsdali, har hon hevur undirvíst í enskum og tónleiki. Hetta hevur verið liður í námsfrøðiligu útbúgvingini hjá Erlu.
Vegleiðarar hjá Erlu hesar mánaðirnar vóru Randi Hansen í tónleiki, og Jóannes E. Næs Petersen og Erland Tvørfoss í enskum. Uttanhýsis metarar vóru Kalpana Vijayavarathan í enskum og Sunleif Rasmussen í tónleiki. Tey bæði starvast á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Óli Wolles hevur samskipað henda partin av námsfrøðiligu útbúgvingini.
Sama dag fekk Høgni Holm, lærari á Kambsdali, handað prógv fyri at hava fullført námsfrøðiligu útbúgvingina. Høgni hevur í heyst tikið verkligu námsfrøðina á Miðnámi í Vestmanna. Høgni undirvísir í lívfrøði og landafrøði á Kambsdali.
Vit ynskja Erlu og Høgna hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Niðanfyri er mynd sum Miðnám í Vestmanna tók í samband við at Høgni Holm hevði fullført námsfrøðiligu útbúgvingina.