Næmingar arbeiða við heimsmálunum
Hesa vikuna arbeiðir FHS-flokkurin við eini tvørfakligari verkætlan. Evnið til verkætlanina er heimsmál nr. 12, sum er ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla. Í hesum sambandi hevur flokkurin vitja IRF og Høvdavirkið í Leirvík.
Á IRF varð kunnað um virksemið á brennistøðini, og hvørjir møguleikar eru at skilja og endurnýta rusk. Høvdavirkið nýtur orku frá brennistøðini, og næmingarnir fingu innlit í, hvussu orkan verður nýtt. Høvdavirkið hevur lagt seg eftir at framleiða eina vøru úr tilfeingi, sum annars hevði verið burturbeint. Í løtuni turkar Høvdavirkið fiskahøvd og “kotelettir”, men ætlanir eru eisini um aðra framleiðslu.
Tú kannst lesa meira um heimsmálini hjá ST við at fara inn á heimasíðuna hjá løgmansskrivstovuni ella við at trýsta á her.