Lærupláss sum húsavarðarlærlingur

Miðnám á Kambsdali sóknast eftir einum ágrýtnum og fryntligum húsavarðarlærlingi.
Sum lærlingur á Kambsdali fært tú eina góða yrkisútbúgving á einum sera fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi.
Í lærutíðini skiftir tú millum at vera á arbeiðsplássinum og ganga í skúla.
Í lærutíðini lærir tú m.a. um viðlíkahald av bygningum og hita- og ventilatiónsskipanum. Tú lærir eisini at røkja uttanduraøki. Dentur verður somuleiðis lagdur á at læra at leggja arbeiði til rættis, bæði við atliti til tíðarætlanir og fíggjarligar møguleikar.
Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og verður býtt millum lærutíð á Kambsdali og uppihald á skúla í Danmark. Løn sambært galdandi sáttmála.
Meira um útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo undir “ejendomsservicetekniker”.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert fryntlig/-ur og álítandi, hevur gott handalag og trívist við at hava nógv um oyruni. Eisini hevur tú tev og áhuga fyri handaligum uppgávum, tekniskum skipanum og hug at læra um tænastu, umsiting og viðlíkahald. Tú hevur góðar telduførleikar og fólkaskúlaprógv.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til starvið er mánadagin 7. januar 2019.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Páll Larsen, fíggjarleiðara, tlf. 790320, teldupostur pal@kambsdalur.fo.
Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til kambsdalur@kambsdalur.fo ella Miðnám á Kambsdali, Dalsvegur 1, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.
Miðnám á Kambsdali hevur til endamáls at bjóða út og skipa gymnasialar miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar og akademiútbúgvingar. Á Kambsdali ganga umleið 550 næmingar, og um 100 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Miðnám umsitir eisini Klaksvíkar HF-skeið, FabLab á Kambsdali og Orkudepilin á Kambsdali. Samlaða fíggjarætlanin fyri 2019 er 47,2 milliónir. Meira um skúlan á www.kambsdalur.fo
Skúlin húsast á 3.186 fermetrum í bygningum frá 1990, 1993 og 2016.