Jólabásur á Horninum
Mánadagin 17. desembur skipar Serbreytin fyri jólabási á Horninum. Tey fara at selja jólaprýði, brendar mandlur, góðgæti, kaffi og ymiskt annað. Básurin er opin í kaffisteðginum og í matarsteðginum.
Serbreytin hevur gjørt nógv burturúr. Millum annað hava tey verið á FabLab og gjørt sær ein bás. Básurin, sum sæst á myndini omanfyri, eitur ‘Okkara Bestu’.
Serbreytin hevur ongan terminal, so tey sum ætla sær at keypa mugu hava reiðan pening við.