Jólahald 2018
Í morgin verður árliga jólahaldið í ítróttarhøllini á Kambsdali og næmingar og starvsfólk hava gjørt nógv burturúr. Skráin í ár er aftur sera fjølbroytt við millum annað sangi, skemti, leiki, filmi, kappingum, morgunbreyði, rísalamang o.m.a..
Jólaborhaldið byrjar klokkan 8:10 í Ítróttarhøllini. Vit halda fram til umleið klokkan 11, tá vit fara til Fuglafjarðar í kirkju. Í kirkjuni verða eisini fleiri næmingaframførslur. Klokkan umleið 12:30 verður jólafrí og næmingarnir fáa jólastøðumetini.
Bussar koyra sum vanligt til skúlan um morgunin.
Skúlin hevur leigað bussar at koyra til Fuglafjarðar, so øll, eisini tey, sum ikki koyra í persónbili, kunnu koma til guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju klokkan 11:30.
Eftir guðstænastuna klokkan 12:40 hevur skúlin leigað bussar at koyra frá Mentanarhúsinum. Ein fer til Leirvíkar / Klaksvíkar og hin fer úteftir til Skipaneskrossin, Skálabotn og víðari í Sundalagið og endar í Hósvík, um næmingar hava tørv á tí. Rímiligt samband skuldi verið við flestu síðuleiðirnar.
Vónandi fáa vit eitt rimmar jólaborðhald saman.
Myndin niðanfyri er tikin fyrr í dag tá næmingar og starvsfólk gjørdu klárt.