Næmingar fingið OCN prógv
Næmingar á serbreytini fingu í gjár OCN prógv. Næmingarnir á serbreytini brúka eina eftirmetingarskipan, sum kallast OCN. Skipanin er ein pointskipan, sum viðurkennir førleikar og vitan, sum næmingarnir ognað sær. Fyri at fáa stig skulu heili tveir vegleiðarar uttanfyri breytina góðkenna dokumentatiónina fyri læringsúrslitini. Lærararnir á Serbreytini leggja undirvísingina tilrættis, soleiðis at hvør næmingur á sínum støði fær viðurkenning, fyri tað hann hevur lært. Tískil er skipanin beinleiðis næmingalagað. Námsskipanin fyri Serbreytirnar sigur, at næmingarnir hálvárliga skulu fáa eftirmett arbeiðið, sum teir hava gjørt. So til jólar og fyri summarfrí fáa næmingarnir eitt støðismet, og hendan løtan er altíð hátíðarlig og hugnalig. Hesaferð vóru i alt heili 149 læringamál viðurkend, so ikki kann annað sigast enn, at næmingarnir hava verið raskir.
Á myndini eru: Ása, Ann-Mari, Jóhanna, Rólvur, Kristianna, Ísak, Arnbjørn, Súni, Judith, Jóhannus, Sjúrður, Allan, Gunnar, Hans Andrias og Rógvi. Kalli, Magnus, Elsa Maria og Herdis mangla á myndini.