Fab Lab fingið heimasíðu

Í dag bleiv heimasíðan hjá Fab Lab á Kambsdali almannakunngjørd. Tað er Estra sum hevur sniðgivið heimasíðuna.

Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni.

Vitja heimasíðuna á www.fablab.fo

Les meir um Fab Lab her