Lestrarvegleiðingin nýggjar upplatingartíðir
Lestrarvegleiðingin er ein tænasta á skúlanum, sum næmingar frítt kunnu gera brúk av.
Lestrarvegleiðingin tekur sær av kunningini um útbúgvingarnar á skúlanum, og kann vegleiða í viðurskiftum í samband við útbúgvingina, eitt nú um felags-, breyta- og vallærugreinar. Eisini kann lestrarvegleiðingin hjálpa næmingum at koma á mál við útbúgvingini.
Í mun til framhaldslestur eftir miðnám, hevur lestrarvegleiðingin ymiskt tilfar at vísa á.
Hevur tú serligar avbjóðingar, sum skúlin skal taka serlig atlit til, kanst tú tosa við lestrarvegleiðingina um hesi viðurskifti. Eisini ber til at tosa við lestrarvegleiðingina um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu.
Við at trýsta á “Tíðir” undir myndini á lærarnum, sært tú nær viðkomandi er á kontórinum og hvønn flokk viðkomandi lærari hevur ábyrgd av.
Sí meir um lestrarvegleiðingina við at trýsta á her