Miðnámskórið byrjar aftur
Hey allir allir næmingar á Miðnámi á Kambsdali.
Nú er tíðin komin, har vit byrja kórvenjingarnar aftur.
Vit fara at gera á sama hátt sum seinasta skúlaár, og tað vil stutt siga, at vit í stakari viku syngja ein blokk í skúlatíð, sum so gongur upp á skift ella roterar, soleiðis at tað ongantíð ella sjáldan rakar tann sama blokkin. (Og sjálvandi verður mann ikki skrivaður sum fráverandi – tað taka vit okkum av).
Í makari viku syngja vit so hvønn týsdag í 5. blokki.
Hetta er líkasum The deal, og er mann við – so er mann við.
Fyrsta venjingin verður nú mánadagin tann 24. sept. í 2. blokki.
So – vit siga bara: “Verið hjartaliga vælkomin at syngja við í Miðnámskórinum á Kambsdali”
Vinarlig heilsan
Randi Hansen og Eyðun á Lakjuni