Ferðin endar í Sisimiut
Tríggir føroyingar ganga í løtuni í 3.g. í Sisimiut. Teir eru partur av norðuratlantiska studentaflokkinum, sum verður liðugur í summar. Tá hava tey í trý ár gingið í skúla í fýra londum saman við íslendskum, grønlendskum og donskum næmingum. Ætlar tú tær at royna tað sama, so er umsóknarfreistin 1. mars. Les meira um NGK við at trýsta her.
Tá tey verða spurd, hví tey valdu júst hendan møguleikan, so nevna øll trý, at tað var serstaki møguleikin at sleppa at uppliva onnur lond samstundis, sum tey tóku gymnasialu miðnámsútbúgvingina.
Eisini nevna tey, at tey høvdu hug at royna nakað annað enn trý ár á føroyskum miðnámsskúla. Sofía hevði eisini fingið hug á fleiri øðrvísi upplivingum eftir eitt ár á eftirskúla í Danmark.
Hvat hevur verið tað besta við NGK?
Felagsskapurin, náttúruupplivingar og at búgva sjálvstøðugt eru orð sum ganga aftur.
“Felagsskapurin og at ferðast og búgva saman við floksfelagnunum, sum samstundis er vorðnir tínir vinir,” sigur Tóra Bjørk Sigurðsdóttir úr Klaksvík.
“Vit eru sera tøtt, sum ein lítil familja úr fýra londum. Fyri meg hava allar náttúruupplivingarnar eisini verið heilt fantastiskar,” sigur David Arnold Jørmundsson úr Fuglafirði.
“Mær dámar væl at sleppa at búgva sjálv, og samstundis gerast partur av einum heilt serligum felagsskapi,” greiðir Sofía Mortansdóttir úr Havn frá.

Hvat hevur verið tað truplasta við NGK?
Tey nevna øll, at man skal venja seg við at vera sjálvbjargin og búgva einsamallur. Serliga trupult var fyrsta árið. At flyta til Danmarkar at búgva sum 16 ára gamal var trupult.
Viðhvørt er skúlagongdin eisini strævin við longum skúladøgum og nógvum innlatingum, og so kann tað eisini vera avbjóðandi at skifta lærarar og undirvísingarhættir so ofta.
Hvat hevur eyðkent tíðina í Grønlandi?
Tað er serliga náttúran, sum er nakað heilt serstakt, og so at man býr í einum lítlum býi, sum liggur einsamallur í stóru náttúruni. At búgva í Sisimiut í eitt heilt ár ger eisini, at man kemur rættiliga inn í mentanina og lívið her.
“Mær dámar øgiliga væl náttúruna og havi verið á nógvum túrum. Tað hevur verið stuttligt at uppliva t.d. teir grønlendsku hundarnar, norðlýsið hvørt kvøld og so tann øgliga kalda veturin,” greiðir Sofía frá.















“Vit hava verið nógvar túrar. Bæði til gongu, á skí og við hundasletu. Tað hevur verið ótrúliga spennandi. Eg havi serlig staðið nógv á skí, og skal eisini vera við í skíkappingina Arctic Circle Race í apríl,” greiðir David frá.
Í Sisimiut er eisini møguleiki at arbeiða í frítíðini. Tóra Bjørk hevur arbeitt á SØMA, sum er sjómansheimið í Sisimiut. “Har havi eg fingið nógvar relatiónir, bæði til grønlendarar og føroyingar, sum koma til Sisimiut og aðrar útlendingar sum arbeiða og ferðast her.”

Hví skulu aðrir føroyingar velja NGK?
“Eg haldi at nógvir føroyingar høvdu havt gott av at koma út og upplivað heimin og lært um aðrar mentanir,” svarar Sofía, tá vit spyrja hana.
Tóra metir, at tað er týdningarmikið at læra at vera sjálvbjargin í einum ungum aldri og skapað relatiónir til fólk við øðrvísi uppvøkstri og bakgrund enn tað, vit eru von við í Føroyum.
“Hetta er ein góður møguleiki at koma út um Føroyar og samstundis fáa eina miðnámsútbúgving,” greiðir David frá. “Tú fært nógvar vinir úr hinum londunum, og tað er ein upplagdur møguleiki at síggja grannalondini hjá okkum.
Øll eru tey samd um, at tað var ikki fyrst og fremst tað fakliga, sum dró, men hugurin til nýggjar og øðrvísi upplivingar.
Hvat skal man so umhugsa, tá man skal meta, um NGK er eitt tilboð man skal velja?
Man skal hava mót uppá at verða burtur frá familju og vinum í langa tíð. Serliga í fyrstani, áðrenn man hevur funnið saman sum flokkur, er tað hart. Vit fingu tó sera góðan stuðul og hjálp frá skúlanum í Gribskov fyrstu tíðina, og tað var gott. Tað fíggjarliga má man eisini hava møguleika til, tí tað er dýrari at taka NGK enn vanligt miðnám í Føroyum. Hinvegin so lærir man eisini stýra pengunum.
Hóast tað ikki er tað fakliga, sum fyrst og fremst dregur hjá nógvum, so fyllir tað fakliga til tíðir nógv. Biotøkni er ein stór lærugrein við nógvum tímum og uppgávum. Hinvegin so skal man ikki halda seg aftur, hóast man ikki er tann besti fakliga. Her er so nógv annað at uppliva eisini, so tað snýr seg um at vera opin og hava gott mót.
Til síðst nevna tey, at tað týdningarmesta er, at man er opin fyri nýggjum vinur og floksfeløgum. So skal man nokk trívast og klára tað. Tú mást hava hug at skapa nýggjar relasjónir og rúma og góðtaka, at tú ikki altíð fært tín vilja.