Stórur dramatikkur í Gundadali
Dystarfrásøgn: Rómurin var øgiligur fríggjakvøldið, tá liðið av Kambsdali loksins megnaði at basa Glasir í dramatiskum dysti á Ovara vølli í Gundadali.
Síðan 2022 hevur hesin nýklassikarin ment seg millum størru miðnámsskúlarnar í landinum. Glasir hevur vunnið øll árini, so í ár skuldi tað verða, hóast glasirnæmingarnir ivaleyst ætlaðu at endurvinna Jónasarsteypið.

Álítandi keldur vilja vera við, at talan hjá venjaranum í umklæðingarrúminum hjá Kambsdali var rørandi, tí liðið kundi jú skriva seg í søgubøkurnar. Røðan riggaði, tí longu eftir 11 minuttir var Kambsdalur á odda 2 – 0.
Fagnaðarrópini úr Bygdaskýlinum ljómaði um alla Havnina, tá Josva Signarsson úr 35 metrum skoraði eitt tað besta frísparksmálið, ið man vera skorað í Gundadali. Støðan 2-0 og skelkur valdaði í HB-skýlinum, ið sjáldan man hava verið so fult.
Skjótt kann ganga í fótbólti og sagt verður, at 2 – 0 er vandamiklasta leiðslan, og longu í 13. minutti minkaði Glasir um munin. Spælið gekk nú aftur og fram, og bæði liðini høvdu fleiri málroyndir, men serliga málmaðurin hjá Kambsdali stóð seg væl og við fleiri heimsklassabjargingum var hann avgerandi. 2 – 1 var støðan, tá dómarin, Dominick Troleis, blásti til hálvleiks.
Tað var eingin sambafótbóltur í seinna hálvleiki, men tað sást á leikarunum, at teir brendu fyri sakini. Tað hevði hug at kóka yvir fleiri ferðir, men dómarin megnaði at hava stýr á, hóast hann var noyddur at geva sjey ostaflísar og tvær ostaskorpur.
Heilir 9 minuttir blivu lagdir afturat, orsakað av steymloysi og ymiskum steðgum. Tá 5 minuttir vóru farnir av yvirtíðini, javnaði ein innarsíða hjá Glasi. Stórfagnaður í HB-skýlinum og javnleikur 2-2, sum bleiv endaliga úrslitið, og so var brotssparkskapping.
Leikarnir á kambsdalsliðnum tóktust róligari, og royndir frá líknandi støðum komu teimum nú til góðar. Serliga hjá Svend Danielsen, sum kambsdalsmálinum stóð seg væl og bleiv dystaravgerandi. Kambsdalur vann brotssparkkappingina 4-3, og frøin mundi ongan enda tikið millum áskoðarar og leikarar.

Glæsiliga steypið skal komandi árið standa á Kambsdali.
Miðnám á Kambsdali takkar øllum, ið vóru við til at skipa fyri og stuðla tiltakinum, og sjálvandi eisini venjarum og leikarum, ið tryggjaðu sigurin og mest av øllum harðmæltu áskoðarafjøldina.

1 Jónas Hædd
2 Hannus Esmarsson
3 Ervin Rasmussen
4 Sølvi Johannessen
5 Sverri Øri
6 Benjamin Vilhelmsen
7 Dávur Heinessen
8 Dávid Heinsen
9 Markus Isaksen
10 Josva Signarson
11 Ragnar Steinhólm
12 Rógvi Bertholdsen
13 Rói Eyðsteinsson
14 Natalia Olsen
15 Jóhan Magnus Gothe
16 Sigmund Á Líðarenda
17 Jonn Mortensen
18 Rannvá Við Streym
19 Sámuel Báraldsson
20 Tóki Á Lógv
21 Svend Danielsen