NordUng á Klaksvíkar HF-skeiði

Á Klaksvíkar HF-skeiði hava vit fingið fyrra P við upp á eina spennandi ferð inn í tað norðurlendska í lærugreinunum føroyskum og donskum. Vit, Óluva og Nikolina, vilja fáa næmingarnir áhugaðir í tí norðurlendska og umvegis undirvísing koma í samband við tann norðurlendska heimin, tí tað finst ein norðurlendskur heimur uttan fyri Føroyar og Danmark.

Tað fyrsta av fýra evnum, vit settu okkum fyri at lesa, var norðurlendski sangurin Nordika eftir Kim Leine. Sangurin er týddur til norðurlendsk mál, eins og samiskt og verður fataður sum eitt slag av norðurlendskum tjóðsangi. Okkara Sunnleif Rasmussen gjørdi lagið, og samansett kór hava sungið. Afturat hesum verki hava vit knýtt nýggja listaverkið Frændir hjá Edward Fuglø, sum hann málaði til Norðurlendska ráðharraráðið í 2024. Í tilgongdini Hvussu sameinist tað norðurlendska hava næmingarnar verið bæði áhugaðir og forvitnir. Teir eru vorðnir tilvitaðir um egna mentan í mun til stóra heimin, ið liggur fyri føtur teirra. Sum ein næmingur segði, so er tað løgið, so nógv norðurlendsku málini líkjast, tað hevði hon ikki hugsað um fyrr.

Soleiðis verður ferðin hjá okkum styrkt fyri hvørt evnisøki, og næsta evnið er eitt høvuðsverk, grafiska skaldsøgan Mist Kall eftir norsku Nora Dåsnes, ið snýr seg um lívið hjá ungum á miðnámi í Oslo eftir Utøya.

NordUng er ein stór verkætlan, og bæði Miðnám á Kambsdali og Glasir eru við, og tað er Mærsk fondurin, ið hevur fíggjað tiltakið, sum verður fyriskipað av Keypmannahavnar Universiteti. Í trý ár menna skúlarnir í NordUng undirvísingargongdir, sum kunnu stuðla lærarum í øllum norðurlondum í ymsum lærugreinum at fáa norðurlendskt sjónarhorn við í undirvísing. Undirvísingargongdirnar verða lagdar inn á heimasíðuna Norden i skolen, sum longu hevur nógv og gott tilfar.

Allar lærugreinar kunnu vera við, men serliga í móðurmálum, søgu, samfelagsfrøði, landafrøði og lívfrøði er stórur áhugi, men altjóða búskapur, religión og tónleik eru eisini umboðað.

Týsdagin 30. januar í 2024 luttøku Óluva Klettskarð, Nikolina Olsen og Magni Høgensen á spennandi ráðstevnu á Københavns Universitet. Ráðstevnan var hildin sum liður í fyrireikingini til Projekt Nordisk perspektiv i ungdomsuddannelser (NordUng), har allir 24 miðnámsskúlar úr Danmark, Noregi, Svøríki og Føroyum tóku lut. Ráðstevna hevur síðan verið aftur í ár 31. Januar, og hesaferð vóru næmingaumboð við, tí nú var eisini skipað fyri sjálvstøðugari ráðstevnu fyri tey ungu. Tey arbeiddu í tveir dagar við norðurlendskum evnum og løgdu síðan fram fyri lærarunum. Hetta var sera gott, og áhugavert var at síggja tað innlit, næmingarnir høvdu, og øll tey góðu hugskot, tey vístu á.

Í verkætlanini NordUng eru vit virkin, og sum professarin Anne-Marie Mai, ið er við í stýrisbólkinum, segði: “Her er Norden ikke blot flotte taler og fine politiske hensigtserklæringer. I NordUng er Norden her og nu i unges hverdag”.