Filmskapping á skúlanum

Vinnarnar av áskoðaravirðislønini og besta heimildarfilminum. Tey sum eru á mydini eru Benjamin Tvørfoss, Martin Danielsen og Bárður á Reynatrøð. Súsanna Sivertsen væntar á myndini.

Fríggjadagin var árligi filmsdagurin á skúlanum. Umleið 100 næmingar og lærarar vóru til framsýningina. Skúlin gjørdi nógv burturúr og bjóðaði sodavatn, poppkorn og saltstengur.

Á filmsdegnum verða filmarnir, sum næmingarnir hava gjørt í miðlakunnleika, sýndir í Aulu skúlans. Ein dómsnevnd metir um filmarnar, og besti heimildarfilmur og besti stuttfilmur fáa virðisløn. Tá allir filmarnir eru vístir, sleppa áskoðarnir at stemma uppá besta filmin og harvið gera av, hvør skal hava áskoðaraviriðslønina. Í ár gjørdi skúlin av eisini at lata eina virðisløn til ein film, sum hevur arbeitt við einum serligum og viðkomandi evni.

Einasta treytin til filmarnar er, at teir skulu ikki vera longri enn 5 minuttir.

Hugflogið hjá næmingunum er gott og vit sóu nógvar áhugaverdar filmar. Heimildarfilmarnir viðgjørdu fleiri ymisk evnir. Ein bólkur viðgjørdi søguna um tvær gentur, sum hvurvu í 1875. Ein bólkur hevði gjørt ein film um at verða trúboðari, ein annar ein film um Fablab á Kambsdali og tann eini bólkurin gjørdi ein film um at skifta kyn.

Stuttfilmarnir viðgjørdu evnir, sum at missa sjónina og fosturtøku. Ein bólkur arbeiddi við søgnini um nykin á toftavatni. Eisini vóru skemtifilmar og gysarar á skránni.

Dómsnevndin valdi “Horvnu genturnar” til besta heimildarfilm, og “Nykurin á Toftavatni” til besta stuttfilm. Filmurin “Tvístøðan”, sum snýr seg um fosturtøku fekk eisini eina virðisløn fyri at viðgera eitt serligt og viðkomandi evni.

Áskoðaravirðislønin fór til heimildarfilmin “Horvnu genturnar”. Eftir ætlan verður filmurin lagdur út á netið seinni í vikuni.

Skúlin ynskir at takka øllum, sum luttóku og ynskja vinnarunum hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Á myndini omanfyri síggjast vinnarnar av áskoðaravirðislønini og besta heimildarfilminum. Tey sum eru á mydini eru Benjamin Tvørfoss, Martin Danielsen og Bárður á Reynatrøð. Súsanna Sivertsen væntar á myndini.