Fríða á Skipagøtu staðið verkliga námsfrøðiskeiðið
Fríggjadagin 10. mai varð Fríða á Skipagøtu, lærari á Miðnámi á Kambsdali, liðug við útbúgving sína í verkligari námsfrøði. Fríða hevur fleiri ára royndir sum lærari í sponskum og týskum, og hon stóð fyri nøkrum árum síðan ástøðiliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. So hevur verið bíðað eftir at sleppa framat til verkliga partin av námsfrøðiútbúgvingini.
Í vár hevur verkliga námsfrøðin verið gjørd eftir nýggjum leisti, har drúgvu royndirnar hjá lærarum, sum hava fleiri ár á baki sum undirvísarar, hava verið taldar við sum fyrsti partur av verkligu útbúgvingini. Hetta var skipað soleiðis, at byrjað var við eini eygleiðing, har tveir faklærarar á skúlanum saman við trimum uttanhýsis metarum eygleiddu undirvísing í báðum lærugreinum. Við støði í hesi eygleiðing varð Fríða innstillað til verkliga partin í námsfrøðiútbúgvingini. Síðani eygleiddu tveir faklærarar nakrar undirvísingartímar hjá Fríðu gjøgnum eitt tíðarskeið og vóru hennara vegleiðarar í tilgongdini. 10. mai varð so endað við eygleiðing í báðum lærugreinum.
Endaliga eygleiðingin fór fram í sponskum við 17Spa-A2 (blandað hold úr H17b og d), og síðani við H18b í týskum. Eftir tað tóku teir fimm metararnir støðu til, um Fríða kundi standa námsfrøðiligu útbúgvingina og skrivaðu eitt ummæli. Tað gekk sum væntað heilt væl.
Innanhýsis vegleiðarar vóru Birgitte Arent (spanskt) og Joan Gardar (týskt). Uttanhýsis metarar vóru Kristianna Mortansdóttir (spanskt) og Súsanna Debes Hammer (týskt), umframt Vár í Ólavsstovu, ið er samskipari fyri námsfrøðiligu útbúgvingina. Birgitte og Joan starvast á Miðnámi á Kambsdali, meðan Kristianna og Súsanna starvast á Glasi. Vár starvast á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Vit ynskja Fríðu á Skipagøtu hjartaliga tillukku við próvtøkuni.