Filmskapping

Mikudagin 9. mai verða filmarnir (verkætlanirnar) hjá miðlakunnleikaflokkunum vístir í skúlahøllini.

Tiltakið verður í 4. blokki, og allir næmingar og lærarar eru hjartaliga vælkomnir.

Ein dómsnevnd er sett at hyggja eftir filmunum, og fáa bestu filmarnir eina virðisløn sum Serbreytin hevur sniðgivið. Virðislønirnar eru standmyndir sum eru framleiddar á FabLab á skúlanum.

Virðislønir verða givnar fyri besta heimildarfilm og fyri besta fiktiónsfilm.

Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær somuleiðis ein heiður.