Dronu-skeið í Lamba

Í farnu viku vóru nakrir lærarar á dronu-skeið í Lamba. Ætlanin er at brúka dronir sum ein part av undirvísingini næsta ár.

Ein drona kann brúkast í fleiri ymiskum lærugreinum, eitt nú til at gera filmar í miðlakunnleika og at gera ymiskar mátingar í landafrøði og lívfrøði.

Lærarnir á myndini eru frá vinstru, Lau Jensen (evnafrøði, lívfrøði), Høgni Holm (lívfrøði, landafrøði), Magni Høgnesen (Miðlakunnleika) og Mannbjørn Anthoniussen (Miðlakunnleika).