Miðnámstónar av Kambsdali

Sunnukvøldið 13. mai kl 20 verður konsert við næmingum av Miðnámi á Kambsdali.
Vit hoyra Miðnámskórið, sum júst nú hevur verið við til kórfestivalin í Norðurlandahúsinum – tey syngja bæði a capella og saman við orkestri.
Ymiskir tónleikabólkar á skúlanum fara eisini at framføra og eisini síggja við onkrar filmar, sum næmingar hava gjørt.
Konsertin byrjar kl. 20 og café verður eisini á skránni.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.