Fjølbroytt kvøld á Kambsdali

Týskvøldið lótu vit dyrnar á víðan vegg. Nógv fólk nýttu høvið at koma til kunning og kvøldsetu. Á bókasavnunum tóku lestrarvegleiðarar skúlans móti gestum, svaraðu spurningum og vegleiddu í týdningarmikla valinum, ið nógv ung skulu taka í hesum døgum.

Í Auluni borðreiddu næmingar við fjølbroyttum tilfari. Tónleikurin fylti, sum siðvenja er, nógv, og tað ger hann eisini í gerandisdegnum á Kambsdali. Ymiskir bólkar framførdu og sjálvandi eisini stóra næmingakórið, sum enn einaferð hugtók.

Sera áhugavert var at hoyra Ali úr Onglandi og Jennifer úr Filipsoyggjum greiða frá teirra skúlagongd á FSA-útbúgvingini (føroyskt sum annaðmál) á Kambsdali. Somuleiðis var áhugavert at hoyra okkara fyrrverandi næming, Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóra á Navia, hugleiða um lívsleið sína og skúlagongdina á Kambsdali.

Javnan luttaka næmingar í ymiskum kappingum bæði innan skúlagátt á Kambsdali og í kapping við aðrar skúlar. Í ár vann ein bólkur á Kambsdali filmskappingini hjá Námi, og filmurin ‘Síðsti dropin’ varð sjálvandi vístur. Ein afturvendandi kapping á Kambsdali er stuttsøgukappingin. Á hesi kvøldsetuni bleiv stuttsøgan hjá Onnu Katrin Mohr, ið bleiv nummar tvey í fjør, lisin upp. Tað var Dorit Hansen, lærari, ið las.