FSA-næmingar fingu nýggjar royndir
Í viku 10, meðan flestu miðnámsnæmingar vóru upptiknir av várroyndum, høvdu FSA-næmingarnar á Kambsdali eina serliga undirvísingarviku, har kreativ undirvísing, felagsskapur og fjølbroyttir arbeiðshættir settu dám á dagarnar.
Vikan byrjaði mánadagin við felags morgunmati. Dagurin varð síðan brúktur til at arbeiða við skaldskapi av mannamunni, har næmingarnir lærdu um kvæði, sagnir og ævintýr – og ikki minst royndu seg við føroyskum dansi.
Týskvøldið var fokus á føstulávint og karnival, bæði í Føroyum og í øðrum londum. Næmingarnir arbeiddu í verkstovum og endaðu kvøldið við tunnusláttri, har siðbundni kattakongurin sjálvandi varð kosin.
Mikudagin var arbeitt við føroyska málinum og søguliga stríðnum fyri at gera føroyskt til eitt fullgilt mál í samfelagnum. Næmingarnir fingu eisini innlit í søguna um Merkið, málspurningarnar hjá V.U. Hammershaimb og Jakob Jacobsen og týdningin av munnligum siðaarvi í føroyskari søgu.
Hósdagin var filmstema, har næmingarnir hugdu at føroyskum stuttfilmum og kjakaðust um evnini í filmunum. Seinni um kvøldið varð hugt nærri at tjóðarsamleika, har næmingarnir gjørdu plakatir um sína mentan og í felag skapti ein málælaboga. Harumframt varð nógv tosað um árstíðir, Grækarismessu og tjaldrið, sum boðar frá várinum í Føroyum.
Ein spennandi og øðrvísi vika.





















