Burðardygd, stuttflutt og appir
Fríggjadagin, 28.mars, var kapping í “Ungt Virki” á Glasir. 29 bólkur av Miðnámi á Kambsdali, Glasir og Tekniska skúla í Klaksvík sýndu nógvar spennandi vørur og tænastur fram. Vörur og tænastur, sum tey sjálvi høvdu framleitt.






Burðardygd, stuttflutt og aspir
Hugsjónin um burðardygd og stuttflutt gekk aftur. Har vóru vørur, sum brúktu rabarbur, tálg, ull, tara og endurnýtt klæðir og -timbur, og úr endurnýtslutilfari framleiddu bólkarnir m.a. blómukassa, stokkahaldara, innkeypsnet, borðskánara v.m.
Nógvir bólkar høvdu ment sína egnu app. Appirnar vóru sera ymiskar. M.a. var ein til útlendingar, sum kundu kunna seg um, hvat hendir í Føroyum tá ræður um t.d. kvøldskúla, barnagarð, arbeiði. Ein App var til brúktbilasølu og billutir. Ein onnur app var til matbílegging, har man eisini kundi bjóða seg sum bilførara, um man hevði tíð. Eisini var ein heimasíða, ið bjóðaði seg at ansa djórum.
29 sýningar, framløgur og samrøður
29 bólkar sýndu fram. Miðnám á Kambsdali hevði 11 bólkar, Tekniski skílin í Klaksvík 2, og Glasir luttók við 16 bólkum.
8 dómarar umframt ein høvuðsdómari mettu um samlaða avrikið hjá einstaka bólkinum. Støði bleiv tikið í eini uppgávu, framløgu av vøruni í básinum og til seinast eini samrøðu við dómararnar.
https://kvf.fo/netvarp/ms/2025/03/28/i-myndum-ungt-virki-2025
Dagurin byrjaði við, at næmingarir prýddu básarar, áðrenn Djóni N. Joensen setti dagin. Síðani var framsýningin opin. Almenningur og dómarar vitjaðu básarnar. Kl 10.40 byrjaðu framløgurnar, og tær vóru liðnar kl 12. Framløgurnar vóru bólkaðar í tvey, har ein bólkur var í Atrium, og hin bólkurin hevði framløgu í Marghøllini. Næmingarnir høvdu nógvar góðar framløgur. Framløgan skal helst verða undir 4 min. Eftir framløgurnar skuldu bólkarnir inn í eitt rúm at tosa við dómararnar
Kl. 15 spældi Páll Oddur (úr Páll Finnur Páll) nakrar sangir, áðrenn vinnararnir blivu avdúkaðir klokkan 15.30.
Vinnararnir blivu:
Nr 1: Petsit (Ein heimasíða til at finna djóraansara) – Glasir – (fingu 5000 kr.)
Nr 2: Risus (skrellispannir til barnagarðar og skúlar) – Miðnám á Kambsdali (fingu 2000 kr.)
Nr 3: Bilatorgið (app til sølu av brúktum bilum og billutum) – Tekniski skúlin í Klaksvík (fingu 1000 kr.)
https://kvf.fo/greinar/2025/03/28/ungt-virki-2025-nyhugsan-og-foroyskar-ravorur



