Lærarastørv á Kambsdali 2025/26

,

Miðnám á Kambsdali søkir eftir undirvísarum til komandi skúlaár.

Læraratímar eru í hesum lærugreinum:
Føroyskum sum annaðmál, støddfrøði, átrúnaði, sálarfrøði, vinnulívsrætti, kunningartøkni, virkis-, sølu- og altjóða búskap.

Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.

Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa á B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Ynskiligt er, at tann, ið verður settur at undirvísa føroyskt sum annaðmál, hevur útbúgving sum lærari í føroyskum sum annaðmál. Royndir afturat kunnu vera ein fyrimunur. Eisini lærarar við øðrum førleikum, eitt nú við prógvi
í føroyskum ella læraraprógvi við linjugrein í føroyskum og / ella við royndum á økinum, verða
tiknir við í metingina um neyðugt.

Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

Førleikakrøv til føroyskt sum annaðmál
Ynskiligt er, at tann, ið verður settur, hevur útbúgving sum lærari í føroyskum sum annaðmál.
Royndir afturat kunnu vera ein fyrimunur. Eisini lærarar við øðrum førleikum, eitt nú við prógvi
í føroyskum ella læraraprógvi við linjugrein í føroyskum og / ella við royndum á økinum, verða
tiknir við í metingina um neyðugt.

Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:

  • at skapa eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
  • at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
  • at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna
  • at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali

Harafturat verður dentur lagdur á:

  • at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
  • at tú hevur KT førleikar á góðum brúkarastigi og ert sinnað/-ur at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 21. apríl 2025.

Umsóknin skal sendast til ums@kambsdalur.fo

Spurningar um størvini kunnu setast Christian Joensen, rektara, á crj@kambsdalur.fo ella á telefon 256515.

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.

Sí leys størv á Miðnámi á Kambsdali