Foreldrafundur

Foreldrafundur

Mikukvøldið 18. september klokkan 19.00 bjóðar Miðnám á Kambsdali foreldrum hjá næmingum, sum júst eru byrjað í skúlanum, til kunnandi fund.

Á skránni er framløga um skúlan og kunning um tænastur, sum eru á skúlanum. Høvi verður eisini at hitta lærarar hjá fyrsta árs flokkunum og fáa kunning um ymisku lærugreinarnar.