Heilsan úr Lisabon
Flokkurin B17b hevur seinastu vikuna verið á námsferð í Lisabon saman við lærarunum Hjalta Dalheim og Óla Høgnesen. Tey hava sent okkum hesa heilsanina úr Portugal:
“Vit búgva á einum sera hugnaligum vallarheimi nevnt Old Town Hostel, og vit hava verið fleiri áhugaverdir túrar í her í Lisabon.
Vit hava vitjað størstu korkfyritøkuna í heiminum, ið m.a. framleiðir korkproppar til vínfløskur. Vit hava vitjað ein víngarð og fingið frágreiðing um vínframleiðslu. Og vit hava vitjað eina fyritøku, ið framleiðir og selir glas og krystal.
Harumframt hava vit súklað runt í býnum við ferðaleiðara, ið dugdi væl at greiða frá. Lisabon er ein hugnaligur býur, sum hevur nógv at bjóða.