Framsýning á bókasavninum: Reformatiónin 500 ár

Í samband við at 500 ár eru liðin, síðan reformatiónin byrjaði, hevur bókasavnið savnað bøkur um Luther og reformatiónina til eina lítla framsýning. Har eru fleiri bøkur á føroyskum, nakrar á donskum og ein á týskum. Verið vælkomin at blaða í bókunum, men tær eru ikki til útláns í løtuni.