Vit hitta forkvinnuna í næmingaráðnum
Í septembur bleiv nýggja næmingarráðið skipað.
Kristianna Tórheðinsdóttir, sum er forkvinna, heldur tað hevur stóran týdning av hava eitt næmingaráð. Hon sigur:
“Eitt næmingaráð kann virka fyri at skúlaárini gerast enn meira spennandi við tiltøkum og øðrum. Næmingaráðið er ein millummaður millum næmingar og skúla.”
Kristianna, sum gongur í H15a, greiðir víðari frá: “Eg valdi at stilla upp til næmingaráðsvalið tí mær dámar væl at hava ávirkan og eg haldi tað er spennandi og læruríkt. Sum formaður sleppi eg eisini at vera við í samstarvsnevndini, sum er ein nevnd samansett við rektaranum, læraraumboðum og næmingum. Vit í næmingaráðnum hava havt okkara fyrstu fundir nú, og vit eru farin í gongd við at fyriskipa miðnámsveistluna. Vit hava nógv ymiskt sum vit ætla at gera í næstum. M.a. ynskja vit at skipa fyri ymiskum tiltøkum í skúlatíð (fríkorterinum). Vit hava fleiri spennandi hugskot, sum vit í løtuni arbeiða fram í móti og vóna at kunna bjóða næmingunum í næstum.”
Tey sum umboða nevndina eru:
Fremst til vinstru, Rani Hansen, skrivari
Fremst í miðjuni Kristianna Tórheðinsdóttir, forkvinna og Jansý Fredriksberg, næstforkvinna
Fremst til høgru, Albert Egholm Birgirsson, limur
Aftast til vinstru, Kristian Bøgesvang, limur
Aftast til høgru, Poul Jóhannes Á Húsamørk, limur