Góða heystfrítíð

Ein hugnalig, góð og ikki minst lærurík vika er løgd afturum bak. Nakrir næmingarnir hava verið úti um landoddarnar, aðrir næmingarnir hava ferðast í egnum landi, har tey hava vitjað stovnar og virki. Onnur hava gjørt virkisætlanir og spennandi prototypur. Ja, góða lagið hevur fylgt næmingunum og ymiskt spennandi er komið burturúr. Nú liggur ein kærkomin heystfrítíð fyri framman. Miðnám á Kambsdali ynskir øllum nakrar góðar dagar. Vit síggjast aftur 16. oktober.