Verkætlanarvika: Frá tøð til fiskafond
Í vikuni hava 1. ársnæmingar arbeitt við virkisætlanum og í dag kunnu tey fara nøgd heim í heystfrítíð við eini spennandi fiktivari vøru í ryggsekkinum.
Tey mongu hugskotini, sum komu burturúr verkætlanarvikuni, vóru sera kreativ, góð og væl út hondum greidd. Allar verkætlanirnar høvdu “havið” sum felagsnevnara, men tað var hugtakandi at síggja hvussu vítt hugskotini kortini fevndu. Í gjár løgdu næmingarnir teirra ætlanir fram í eini bólkarundu, og burtur úr bólkaumfarinum komu 4 bólkar víðari til finaluna. Hesir fýra vóru: FD Tøð, Fiskafond, Kyrra og Fiska. Tey dystaðust í eini fullsettari aulu, frammanfyri eini dómsnevnd, sum varð mannað av Óla Wolles, Mariu Gregersen og Páll Isholm.
Tað var áhugavert at hoyra tey ungu leggja fram. “FD Tøð” høvdu ment vistfrøðiligt tøð burturúr fiskabeini til jarðarbrúk. “Fiskafond” gjørdi ymiskar rættir burturúr eini vælsmakkandi fond, sum tey sjálvi høvdu evnað. “Kyrra” varpaðu ljós á endurnýtslu og høvdu gjørt vakrar lampuskermar burturúr fiskaskræðu og gomlum lampum, og “Fiska” høvdu ment eina hugtakandi app til familjuna, við bæði fiskarættum og fiskaspølum.
Næmingarnir sum høvdu gjørt fiskafondið vunnu kappingina.
Íverksetarahúsið í Klaksvík stóð fyri tiltakinum og endamálið hevur verið at kveikja hugin og hugburðin hjá næmingunum til íverksetan. Eisini varð lagt lunnar fyri at øll vóru vælkomin at taka lut í Ungt Virki, sum er ein árlig kapping ímillum allar miðnámsskúlanæmingar í Føroyum, sum verður hildin komandi vár.