Fyrsta og síðsta pisan 2025

Í 19 dagar hevur Merkið veittra fyri 151 nýklæktum pisum á Kambsdali. 6. juni fekk Sofus í Selvindi sum hin fyrsti húgvuna á høvdið og vant Merkið á stong, og um middagsleitið í dag fekk Solja Rúnadóttir á Lakjuni húgvuna. Nú allar pisurnar eru klaktar er klárt til pisufundin á sandinum í Syðrugøtu klokkan 17 í dag.

Ársins síðsta pisa, Solja Rúnadóttir á Lakjuni, um middagsleiti 25. juni.
Ársins fyrsta pisa, Sofus í Selvindi, vindur Merkið á stong.