DELF prógv

Aftur í ár tóku næmingar á Miðnámi á Kambsdali fronsku máltestina DELF, sum er skipað eftir altjóða CEFR-stiganum um førleikar í fremmandamáli.

Síðani á vári í 2016 eru hesar fronsku máltestir hildnar á skúlanum, og tað eru fransktlærarar skúlans, ið eru skúlaðar í DELF-skipanini gjøgnum France Education International, sum standa fyri og bjóða fransktnæmingum skúlans at útvega sær serligt altjóða prógv um sítt støði í fronskum máli.

Les nærri Nos diplômes et tests de langue | France Education international

DELF-testir á ávísum stigum eru kravdar í sambandi við upptøku til hægri lestur í franskmæltum londum og økjum. Og tær eru eisini ofta kravdar til at skjalprógva málførleikar í sambandi við ymsar starvssetanir í fransktmæltum londum og økjum kring heimin. Eitt DELF-prógv hjá næmingi varir alt lívið.

Fyrrapartin í dag 25/6 vórðu prógv handað í aulu skúlans.

Frá vinstru: Hallgerð Brim, fransktlærari, Luna Klein Joensen, Iris Sólarljóma Jacobsen, Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir, Rita Beinirsdóttir Poulsen og Hanna Jensen, fransktlærari.
Á myndini vantar Anna Maria á Regni Nielsen, sum er nýklakt pisa og fær sítt DELF prógv í sambandi við stóru prógvhandan skúlans fríggjadagin 27/6.