Pisur klektar á Kambsdali hesa vikuna

Seinastu dagarnir hava næmingar verið til teirra seinastu próvtøku á Miðnámi á Kambsdali. – Næmingarnir hava fingið studentshúgvu fyri stríðið. Tey bæði, Svend Danielsen, og løtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, hildu røðurnar á Gøtusandi mikukvøldið 25. juni – Svend vegna næmingarnar, og Bjørt sum ársins gestarøðari.

Sum vera man er frøin stór – og bæði næmingar, familja, vinir og lærarar fegnast. Fríggjadagin 27. juni kl. 13 verða prógvini handaði, og tey eru 151 í tali í ár. Í hesum døgum eru pisuveitslurnar nógvar og veitslurómurin stórur. Nú bíðar studentasummarið og framtíðin. Skúlin ynskir øllum pisum hjartaliga til lukku og takkar næmingunum fyri tíðina á Kambsdali.

Á facebook-vanga skúlans eru nakrar myndir frá seinastu døgunum. Sí myndir her