Fyrsta pisan á Klaksvíkar HF-skeiði kom í morgun

,

Í morgun varð ársins fyrsta pisa á Klaksvíkar HF-skeiði klakt. Tað var Hanna Klein Poulsen úr Hvannasundi, sum var uppi í føroyskum. Í alt fingu sjey lesandi á Klaksvíkar HF-skeiði húgvuna í dag, og vit ynskja teimum til lukku. Men enn er málið ikki rokkið – næsta týsdag verður aftur húgvufagnaður á fyrireikingarbreytini har norðuri.