Seks pisur klaktar í dag á serbreytini á Miðnámi á Kambsdali
Tað var ein stórur dagur á Miðnámi á Kambsdali í dag, tá heili seks pisur vórðu klaktar á serbreytini á skúlanum.
Hetta er fjórði árgangur, sum fullførir skúlagongdina á serbreytini á Kambsdali, og fegnast vit við teimum og teirra avvarðandi.
Prógvhandanin verður týsdagin, 21/6 kl.12.30.
Hjartaliga til lukku við húgvunum, Judith, Kristianna, Jóhannus, Ísakur, Rólvur og Herdis!