Geovísíndalig vitjan úr Roskilde
Fyrst í november var ein flokkur úr Roskilde Katedralskole á lestrarferð í Føroyum, og í hesum sambandi vitjaðu tey eisini okkum í Miðnámi. Flokkurin hevur geovísindi sum lestrarleið, og í Føroyum vitjaðu tey m.a. Bakkafrost og Tjóðsavni.
Á Kambsdali vitjaðu tey flokkin H18a, og lærararnir Bergmann Finnson og Høgni Holm hildu fyrilestur um jarðfrøðina í Føroyum. Eftir fyrilesturin var farið út á økið sunnan fyri skúlan, har tað ber til at síggja skøvur frá ístíðini.
Teir 10 næmingarnir í danska flokkinum og báðir lærarar teirra vóru eisini á gátt hjá FabLab og hugdu at grótsavninum hjá Miðnámi.