Kórið byrjað aftur

Kórið byrjað aftur

 

Miðnámskórið á Kambsdali er nú farið undir regluligar venjingar. Til fyrstu venjing møttu eini 40 næmingar. Sangurin ljómaði, og lagið var gott.

 

 

Fyrstu framførslurnar verða til jólahaldini í skúlanum í desember, tá kórið bæði skal syngja í ítróttarhøllini og í kirkjuni seinasta skúladag. Kórið tekur eisini lut í ymiskum tiltøkum í skúlanum, ikki minst árligu várkonsertini, og ætlandi fer kórið – eins og undanfarin ár – at luttaka á kórfestivalinum í mai mánað.

Kórvenjing gevur ikki bara betri musisk evni, men er eisini góð fyri kropsligu og mentalu heilsuna. Nógv vinaløg eru eisini knýtt við kórsangi.

Miðnámskórið venur hvørja viku. Staka viku verður vant ein blokk í skúlatíð (loyvd frávera), og maka viku verður vant í fimta blokki. Allir sangáhugaðir næmingar í Miðnámi eru vælkomnir í kórið. Einasta treyt fyri at vera við er, at mann møtir væl upp upp.