Gleðiligar páskir

Miðnám á Kambsdali ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Vit byrja aftur mánadagin 9. apríl kl. 08:10.

Í 2012 skrivaði Anfinnur Johansen eina grein um upprunan av orðinum “páskir” til heimasíðuna hjá Fróskaparsetrinum. Vit prenta greinina niðanfyri:

Orðið páskir er í føroyskum kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum tó er vanligt at hoyra og síggja. Soleiðis eitur tað gleðiligar páskir og ikki “gleðilig” páskir, um páskirnar og ikki “um páskini”. Hetta seinna er helst íkomið vegna ávirkan frá navninum á hini stóru høgtíðini, jólum, sum er hvørkikynsorð í fleirtali: um jólini o. tíl. Tað kann mangan vera metandi um, nær ein broyting ella sokallað málvilla er vorðin so vanlig, at hon noyðist at verða viðurkend sum rætt mál. Her kann vera togan aftur og fram í hvørjum einstøkum føri. Men í sambandi við orðið páskir eiga vit at royna at halda fast við, at tað framvegis verður varðveitt sum tað kvennkynsorð í fleirtali, sum tað leingi hevur verið.

Í fornum norrønum máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók “laugardaginn fyrir páskir”, t.e. “leygardagin fyri páskir”. Á nútíðaríslendskum er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini. Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er  tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við kristindóminum. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla testamenti er skrivað á, har tað æt pesach og merkti ‘páskalamb’. Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. “Fegin verður muður mín at fáa feskan lambsdrunn fyrsta páskamorgun” eitur tað í einum skjaldri okkara. Tað hevur verið kærkomið aftan á langaføstu við ongum kjøti. Jú, vit kenna eisini úr einum øðrum skjaldri, at grýlan skuldi koma eftir børnum, sum gráta eftir kjøti í føstu. Kjøtát í føstu voldi sum kunnugt, at Gæsa í Kirkjubø eftir søgnini varð av við alla jørð sína og sleit tað, sum eftir var av ævi síni vestur í Gásadali.

Løgið er, at páskanavnið, sum er í øllum norðurlandamálum, ikki hevur rinið við heimsmálini bæði týskt og enskt. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp. Upprunamerkingin er ‘ljós, bjartleiki’. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum. Tí man eggið, ímyndin av lívsmegi og gróðursemi, enn hava so stórt pláss í páskahaldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggjari tíð, men mær vitandi er hesin siður ikki vanligur longur í Danmørk, haðan hann man vera komin til okkara.

kelda: www.setur.fo

Myndin er frá Trúboðanum