Starv sum skrivstovufólk leyst at søkja
Miðnám á Kambsdali søkir eftir skrivstovufólki.
Starvið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði á skrivstovu og móttøku skúlans.
Førleikakrøv: Tað er eitt krav, at tú hevur skrivstovuútbúgving og viðkomandi royndir. Tað er ein fyrimunur, um hesar eru frá almennari fyrisiting.
Tann, ið settur verður, samskiftir nógv við næmingar, lærarar og onnur starvsfólk á skúlanum, og tí er umráðandi, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur lætt at samskifta bæði munnliga og skrivliga.
Nógv av skúlans fyrisiting fer fram umvegis talgildar skipanir. Tískil er tað eitt krav, at tínir telduførleikar eru góðir.
Vit kunnu m.a. bjóða
§ eitt fakligt mennandi umhvørvi
§ góðar arbeiðsumstøður
§ ein spennandi og lívligan gerandisdag
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist: Umsóknir skulu verða Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi mánadagin, 9. apríl 2017.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan ella til Karl A. Olsen, umsitingarleiðara á kao@kambsdalur.fo ella Tanju Huneck, skrivstovufólk á tah@kambsdalur.fo.
Miðnám á Kambsdali hevur til endamáls at bjóða út og skipa gymnasialar miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar og akademiútbúgvingar. Á Kambsdali ganga umleið 550 næmingar, og um 100 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Miðnám umsitir eisini Klaksvíkar HF-skeið, FabLab á Kambsdali, Orkudepilin á Kambsdali og Næmingaheimið á Kambsdali. Samlaða fíggjarætlanin fyri 2018 er 46,6 milliónir.