Starv sum fíggjarleiðari leyst at søkja
Miðnám á Kambsdali søkir eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast møguligt.
Starvið: Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av fíggjarstýring, roknskaparhaldi, lønarumsiting, journalskipan, hagtølum, størri innkeypum og rakstri av ognum skúlans.
Fíggjarleiðarin er partur av leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til rektaran.
Starvið er avbjóðandi, og leiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina av Miðnámi á Kambsdali.
Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsøkjarin: Vit vænta, at tú hevur útbúgving og royndir innan fíggjarstýring og roknskap. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni. Tú dugir at greina torgreidd viðurskifti og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga og ert tænastusinnað/ur. Royndir við Búskaparskipan Landsins kunnu verða ein fyrimunur.
Umsóknir: Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Páll Isholm, rektara, á telefon 21 99 30 ella við at skriva teldupost til pai@kambsdalur.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Skrivligar umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. apríl 2018. Setanarsamrøður vera í viku 15. Umsóknirnar skulu sendast við teldupost til pai@kambsdalur.fo ella til:
Miðnám á Kambsdali Stílað: Páll Isholm, rektara Dalsvegur 1, Kambsdalur FO-530 Fuglafjørður
Miðnám á Kambsdali hevur til endamáls at bjóða út og skipa gymnasialar miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar og akademiútbúgvingar. Á Kambsdali ganga umleið 550 næmingar, og um 100 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Miðnám umsitir eisini Klaksvíkar HF-skeið, FabLab á Kambsdali, Orkudepilin á Kambsdali og Næmingaheimið á Kambsdali. Samlaða fíggjarætlanin fyri 2018 er 46,6 milliónir.