Góður morgun á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali bjóðaði øllum vælkomin til eina hugnaliga løtu leygarmorgunin í samband við árligu mentanardagarnir í Fuglafirði.
Tað var eitt sera væleydnað morguntiltak. Longu kl 9.00 byrjaði skráin og nógv morgunfrísk fólk vóru møtt upp.
Byrjað varð við sangi, sum lærarar og næmingar skipaðu fyri. Síðani greiddi Jóannes Djurhuus frá um spennandi ætlanir við FabLab, sum í løtuni tekur skap og innan stutta tíð verður eitt reelt tilboð á skúlanum.
Turið Petursdóttir stóð fyri morgunfimleiki inni í auluni og gólvið var nærum fult við fólki í øllum aldursbólkum (sí mynd). Til seinast var heimabakað breyð og morgundrykkur úr føroyskum urtum og skránni. Drykkin høvdu næmingar, saman við Høgna Holm, gjørt og breyðini høvdu menn úr Fuglafirði bakað.