Gribskov gymnasium á vitjan

Í løtuni eru 27 næmingar og tveir lærarar úr Gribskov gymnasium á vitjan. Ymiskt spennandi hevur verið á skránni síðani tey komu mánadagin. Tey havi gingið úr Leirvík til Gøtu, saman við næmingum á Miðnámi á Kambsdali. Tey hava somuleiðis vitjað fornminni Blásastovu í Norðragøtu.

Týsdagin fóru tey ein túr til Svínoyar og Fugloyar, har tey m.a. gingu millum bygdirnar á fugloynni og vóru ein hagatúr, við ferðaleiðara, á Svínoynni. Í gjár var kjak á skránni um ríkisfelagsskapin, sum donsku næmingarnir í løtuni eru í holt við at skriva eina verkætlan um.

Í dag fara tey til havnar, og síðani til Danmarkar seinnapartan.

Ætlanin er, at okkara næmingar, sum í hesum døgum hava verið vertir, eisini fara eina ferð Danmarkar at vitja. Vit eru sostatt í gongd við at uppbyggja eitt vinarsamstarv millum Gribskov gymnasium og Miðnám á Kambsdali.