Á seturskúla í Nólsoy
Nakrir næmingar úr N16x vóru fyrr í vikuni á seturskúla í Nólsoy. Í dýrdarveðrinum týsdagin notu tey føgru náttúruna. Mikudagin vísti Leif Hansen, lærari, næmingunum runt í hugnaligu heimbygdini og greiddi frá søgum á staðnum. Eisini sloppu næmingarnir at hoyra hann spæla urgutónleik í kirkjuni.
Nólsoyggin hevur nógv spennandi at bjóða, eisini tá ið um ræður ross, fugl, froskar og lýs – og mín sann – næmingar sluppu eisini at hjálpa einum Nólsoyingi at fanga eina mús í einum urtagarði. Um kvøldið lupu næmingarnir á bláman.
Miðnám á Kambsdali leggur stóran dent á trivna og tað at fara á seturskúla er ein liður í at skapa samanhald og felags upplivingar, sum bróta frá gerandisdegnum. Túrurin eydnaðist avbera væl og tað bera myndirnar eisini boð um. Myndirnar hevur Jóannes Næs Petersen, lærari, tikið.