Heilsan úr Lissabon

Fleiri 3. árs næmingar eru í hesum døgnum á námsferð. Í morgun fingu vit eina sólríka heilsan úr Lissabon, har N15x og N15y eru á ferð. Tey hava m.a. vitjað ein gamlan floksfelaga, Durate Dias, sum var skiftisnæmingur á Miðnámi á Kambsdali lestrarárið 2015-2017. Tað var ein stór uppliving at hitta vinmannin aftur. Í dag fara tey at reika á súkklum ígjøgnum portugistiska høvuðsstaðin. Hósdagin fara tey víðari til kanarisku oynna Tenerife.