Heimasíðan hevur fingið nýggjan álmannakka

Nú hevur heimasíðan fingið ein nýggjan álmannakka. Í álmannakkanum finna næmingar, starvsfólk og vitjandi annars upplýsingar um komandi tiltøk á skúlanum. Á forsíðuni standa trý tey næstu tiltøkini sum verða á skúlanum, so sum Kvøldseta, Umsóknarfreist og Ungt Virki. Við at trýsta á “síggj øll tiltøk” sært tú eitt yvirlit yvir alt árið. Í hesun yvirlitium sæst alt frá toymisleiðara-fundum og halgidagar og ymiskar innlatingar. Tað ber til at trýsta á ymisku dagarnr (tiltøkini) fyri at fáa fleiri upplýsingar.

Vit hava gjørt av, at tey tiltøkini sum eru almenn, so sum Opið Hús, politiskur fundur og líknandi kunnu síggjast á forsíðuni undir “komandi tiltøk”. Lærarafundir og onnur tiltøk sum ikki eru almenn koma ikki at standa á forsíðuni, men kunnu síggjast við at trýsta á álmannakkan.

Vit eru í gongd við at seta ymisk tiltøk inn á álmannakkan so fleiri av tiltøkunum hava ongar upplýsingar enn, men vit vóna at fáa hetta gjørt skjótast gjørligt.