Búskaparbreytin luttekur á Ungt Virki
Í morgin fara næmingar frá Búskaparbreytini at luttaka á Ungt Virki í SMS. Næmingarnir hava síðan skúlabyrjan arbeitt við ymiskum hugskotum sum tey hava ment til eina søluvøru. Tveir bólkar hava arbeitt við húðkremi, ein við at gera laksafrikadellir burturúr laksryggjum, og ein hevur gjørt soviposar burturúr seyðaull.
Í dag leggja tey seinastu hond á fyrireikingarnar til framløguna í morgin.
Framløgurnar verða í SMS í morgin og tiltaki byrjar kl. 10. Bólkarnir hava hvør sín bás í SMS og almenningurin er vælkomin at fylgja við í kappingini og at vitja básarnir.
Vit ynskja øllum næmingunum bestu eydnu í morgin.
Niðanfyri eru nakrar myndir av lutunum sum næmingarnir hava gjørt.