Kvøldseta

Miðnám á Kambsdali bjóðar inn til hugnaliga kvøldsetu týskvøldið 13. mars kl.19. Kvøldsetan er eitt tiltak, sum hevur verið afturvendandi í mong ár. Høvuðsendamálið við tiltakinum er at skapa eitt bindilið ímillum lívið innanfyri og uttanfyri skúlans gátt og vísa innlit í nakað av tí virkseminum, sum fyriferst á skúlanum.

Gesturin hesaferð er Margareth Dalheim Djurhuus, leiðari í Betri í Klaksvík, sum fer at hugleiða um sína útbúgvingarleið. Vit hoyra frásøgn frá námsferð, upplestur av stuttsøgu hjá næmingi, framløgu frá einum flokki, sum á evnisdøgunum í heyst arbeiddi við fiskivinnunýskipanini. Afturat hesum eru tónleikaframførslur frá næmingum á øllum stigum, og skúlakórið, sum dúgliga hevur vant seinastu mánaðirnar, syngur eisini nakrar sangir við bólki. Eisini koma Dávur á Reynatrøð og VSJ at framføra nøkur løg. Teir eru háaktuellir við sangum sum The Road og Something Magical.

Vinnarnir av Ungt Virki, Faroe Sea Beauty, koma at hava eina framløgu um teirra lut. Tey fara at hava ein bás á skúlanum har til ber at síggja og royna teirra vøru. Eisini koma Laksalux, sum blivu nummar 2, at borðreiða við laksafrikadellum.

Umsóknarfreistin er 15. mars, og lestrarvegleiðarnir eru tøkir at svara spurningum í hesum sambandi.

Í steðginum er eisini høvi at keypa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið og samstundis stuðla flokki, sum savnar pening inn til námsferð, so hav reiðan pening við.

Um tú hevur virknan leiklut í kvøldsetuni ella ei, vilja vit eggja tær at møta upp til tiltakið – tað verður hugnaligt! – og tak onkran við tær! Kanska ein fyrrverandi næming ella ein, sum umhugsar at ganga her. Foreldur og onnur áhugaði eru eisini hjartaliga vælkomin. Vit síggjast týskvøldið kl. 19.