Hugtikin av ”Skibsdrengens fortælling”

Eini 50 næmingar vóru samlaðir í skúlahøllini í morgun, har leikurin ”Skibsdrengens fortælling” varð framførdur. Tvær sýningar eru á skránni afturat seinni í dag.

Petrine Agger og Mette Frank lýsa við sterkum orðum og innlivandi kropsmáli hvussu høvuðspersónurin í stuttsøguni, Simon, verður vaksin. Tær leiða áskoðarnar ígjøgnum eina ferð, har drongurin á leið síni møtir einum falki, eini ungari gentu, einum russiskum matrósi og eini lappakonu.

“Endamálið er at kveikja áhugan fyri skaldskapi í millum tey ungu. Næmingar kunnu viðhvørt hava torført við veruliga at innliva seg og skilja boðskapin, serliga tá talan er um eldri skaldskap, har nógv orð, sum ikki verða nýtt í dagligari talu, eru partur av frásøgnini. Í hesum førum er talan um eina stuttsøgu, sum Karen Blixen skrivaði í 1942. Vónandi eru vit við hesum leikinum við til at stimbra, skapa innlit og seta ferð á lesihugin,” greiða Petrine og Mette frá.